NOV - verkstova 2016:
Broytingar, Skil og Kenslur

Í djóraheiminum hevur tann, ið ikki er førur fyri at tillaga seg til umstøðurnar og gera seg galdandi, ring sannlíkindi fyri at yvirliva í einhvørjum felagskapi. Tað er snøgt sagt spurningur um at yvirliva, og um neyðugt at tillaga sína tilveru og virka á einum lægri støði í tí tignarskipan (hierarki), ið altíð er tilstaðar, har sosialir skapningar liva og anda.

Í mun til djóraheimin er mannaheimurin meira samansettur.
Umframt at royna at fata og hugsa um broytingar og avleiðingar í okkara lívið, megna vit eisini at reflektera – tað at hugsa um okkara hugsaninar – bæði okkara egnu og hugsanir hjá øðrum, umframt tær kenslur, ið eru knýttar til hesar. Í einfaldari talu kallast hetta neurotiskur atburður og skapar ofta eitt ógvusligt spenningsøki millum Skil og Kenslur.

"

Í einum bavianflokki er altíð ein “silverback”, sum situr róligur og ræður fyri borgum, meðan tey ungu og minni royndu renna runt við ljósareyðum rumpum og berjast um góðvild, landaøki, tær stóru búnu bananirnar og annars rættin til at makast við yndismakanum. Øll í flokkinum eru tó tilvitað um hesa eini bavianina við sterkt littu nøsini, tí ongin innanhýsis broyting verður framd í flokkinum uttan hansara samtykki ella stigtakan.

" 

Øðrumegin eru skilagóðar grundgevingar fyri broyting, og á hinari kensluligur atburður, ið tala ímóti broytingum. Einstaklingar í einum arbeiðsbólki kunnu til dømis halda fast í einum óhóskandi atburði ella lata vera við at gera tað neyðuga, tá broytingar eru í luftini. Arbeiðsuppgávan hjá bólkinum verður harvið so trupul ella um illa stendur til, so ómøgulig, at bólkurin gert óarbeiðsførur ella verður upploystur.

Uppáhaldið er tí, at tað ikki er møguligt at handfara broytingar omaná vatnskorpuni (skil), uttan at tað eisini verður arbeitt tilvitað og málrættað við óskynsamum og kenslubornum undirstreymum, ið virka undir vatnskorpuni (kenslur).
 
Hetta evni varpar NOV ljós á, tá vit halda tað árligu verkstovuni í 2016.

Á skránni er innleiðsla í ástøði, praktiskar venjingar, reflektión og møguleiki fyri at knýta hetta at tínum egna veruleika (applikatión). Hetta tryggjar eina fjølbroytta og intensa verkstovu, har tað bert er pláss fyri 25 luttakarum á hesum sinni.

So ert tú ein partur av ella er á gáttuni til størri broytingar í tínum arbeiðslívi, er hesin dagur heilt víst nakað fyri teg !

Tíð og stað verður kunngjørt seinni...

 

 

Skrá

9.00 - 16:00 Endalig skrá kemur seinni og verður send út til luttakararnar.
   
   
   
   
 




 

Netsamstarv fyri Organistiónssálarfrøði í Verki

Endamálið við felagnum er at menna førleikarnar hjá ábyrgdarpersónum í føroyska samfelagnum at brúka psykodynamisku og systemteoretisku organisatións- sálarfrøðina í teirra dagliga yrki, til frama fyri arbeiðsgleðina og effektivitetin á føroyskum arbeiðsplássum.

Hetta verður m.a. gjørt við at fyriskipa bólkarelatiónsráðstevnur, lurtivarðhald, temadagar, kunningarátøk og samsvarandi virksemi.

NOV fyriskipar aftur komandi ár fyri árligu Gjáararbeiðsráðstevnuni, sum verður hildin 6. árið á rað.

Á ráðstevnuni eru luttakarar úr Føroyum, Noreg, Svørríki, Danmark og Íslandi.

Tú kanst lesa meira um Gjáar - arbeiðsráðstevnuna her >>