NOV Verkstova 2019:
Avmarkingar í arbeiðslívinum
- tá trekleiki og forðingar gera arbeiðsdagin torføran

Hevur tú royndir við, at ein lutfalsliga løtt arbeiðsuppgáva dregur út orsakað av trekum starvsfeløgum og vantandi avgerðum? Hvat gjørdi tú tá? Fekst tú handlað? Ella lá tú svøvnleys/ur, og megnaði ikki at loysa uppgávuna?

So er ársins NOV Verkstova akkurát nakað fyri teg.
 

Á hesi verkstovu fært tú sum luttakari møguleika at fáa størri innlit í teir dynamikkir, sum eru í og millum bólkar í ymiskum løgum í eini organisatión, og hvussu tú sjálv/ur av handahógvi/natúrliga bert teg at undir ymiskum umstøðum.

  • Nær ert tú tilvitað/ur um hesar dynamikkir?

  • Og nær eru tað ótilvitaðar treytir fyri tín leiklut í organisatiónini?

  • Nær er talan um vilkor, sum fylgja tær í teimum bólkum og tí høpi, sum tú ferðast í?

  • Hvørjar dynamikkir eigur tú?

  • Og hvørjar eigur bólkurin?

  • Hvat kanst tú gera fyri at handfara hesar dynamikkir, soleiðis at arbeiðsgleðin og virkisføri økjast?

     

Verkstovan fevnir bæði um stuttar og viðkomandi ástøðiligar framløgur, eina gjøgnumgongd av einari kanning/eksperimenti, sum vísa nakrar av hesum dynamikkum, umframt verkligar venjingar, har tú fært møguleikan at samskifta um og uppliva nakrar av teimum dynamikkum, sum liggja djúpt í organisatiónini, og sum stýra gongdini meira, enn vit eru varug við.

Verkstovan gevur tær sjálvandi eisini møguleiki fyri at netverka og at vera saman við øðrum áhugaverdum og kveikjandi menniskjum, sum eru forvitin eftir at vita meira um duldu máttirnar í organisatiónini, eins egna leiklut í hesum sambandi, og hava áhuga fyri hvussu hetta ávirkar arbeiðsgleðina og virkisførið í organisatiónum.

Tóra Petersen og Jóhanna Andreasen fara sum skeiðsleiðarar at leiða teg og hinar luttakararnar gjøgnum skeiðið, sum er sniðgivið til 25-30 luttakarar.

Skrá

Nærri skrá verður sent til luttakararnar seinni.
Byrjað verður kl. 8:00 og endar verkstovan kl. 16:00.
 
Tilmelding og kostnaður
Verkstovan tekur støði í endamálsorðingini hjá NOV og er tí eitt non-profit tiltak:

Ikki-limur: kr. 1.499,00
Limur í NOV: kr. 900,00

Tilmelding fer fram við at útfylla teigarnar niðanfyri og verður rokning síðani send sum teldupostur. Luttøkugjaldið skal vera goldið áðrenn verkstovan byrjar.

Melda til í seinasta lagi týsdagin 24.september 2019.

 


 

Fill out my online form.

 

 



 




Stað:
Norðurlandahúsið,
Tórshavn


Tíð:
Týsdagin 1. oktober 2019
kl.
8:00-16:00

Tilmeldingarfreist:
Týsdagin 24. september 2019

 

 

Tak niður:
NOV Verkstova 2019 - Flyer
(Sum PDF - fíla)