Forsíða       Arbeiðsrástevnur       Lurtivarðhald       Ráðstevnukalendari       Tilfar       Leinkjur       Um NOV       Limaskapur í NOV        NGRC netverk

 

                    

 
Farin tiltøk
Hotel Hafnia, Tórshavn
8
. januar 2020

Lurtivarðhald 2020

Altjóða tiltak, ið ferð fram samstundis í fleiri enn 30 londum.

Eitt lurtivarðhald gevur luttakarunum sum samfelagsborgarar møguleika fyri at kanna og reflektera yvir, hvat hendir í føroyska samfelagnum júst nú.

Hugskotið er ment av OPUS (Organisation for Promoting Understanding of Society) í London.

Í løtuni arbeiðir NOV við at gera endaligu føroysku frágreiðingina lidna, ið seinni verður almannakunngjørd saman við altjóða frágreiðingini hjá OPUS.

Skálavík  7. - 10. november 2019

Samdøgursstevna 2019

Innanhýsis tiltak fyri NOV limir, ið var hildið í Skálavík 21. - 23. november 2019.

Høvuðstema á samdøgursstevnuni hesaferð var: "Lívið í felagsskapum og minisamfeløgum - leiklutir, autoritetur og legitimitetur hjá einstaklingum og bólkum". Høvuðsuppgávan hjá luttakarunum var síðani at kanna hetta saman við atliti til prinsippini um “Time, Task & Territory“.
 

Norðurlandahúsið, Tórshavn
1. oktober 201
9

Verkstova 2019
Vantandi álit í bólkum og organisatiónum - - hvussu ávirkar hetta samspæl, samstarv og virkisføri?

Hevur tú royndir við, at ein lutfalsliga løtt arbeiðsuppgáva dregur út orsakað av trekum starvsfeløgum og vantandi avgerðum? Hvat gjørdi tú tá?

Fekst tú handlað? Ella lá tú svøvnleys/ur, og megnaði ikki at loysa uppgávuna?

Hotel Hafnia, Tórshavn
9
. januar 2019

Lurtivarðhald 2019

Altjóða tiltak, ið ferð fram samstundis í fleiri enn 30 londum.

Eitt lurtivarðhald gevur luttakarunum sum samfelagsborgarar møguleika fyri at kanna og reflektera yvir, hvat hendir í føroyska samfelagnum júst nú.

Hugskotið er ment av OPUS (Organisation for Promoting Understanding of Society) í London.


Fredriksten/Halden 7. - 10. november 2018

I Gränsland av
Tradition & Innovation


Om ledarskap och samverkan inom och mellan sociala system

AGSLO (Arbetsgruppen för studier av ledarskap och organisation) skipaði í november 2018 í samstarvi við Nordic Group Relations Conference til árliga arbeiðsráðstevnu í Halden, ið liggur á markinum millum Noreg og Svøríki.

Endamálið við ráðstevnuni var at kanna og eftirmeta tær organisatiónspsykologisku prosessirnar, ið henda og fara fram - innan og millum sosialar skipanir – meðan hesar fara fram.

Norðurlandahúsið, Tórshavn
24
. mai 2018

Verkstova 2018

Vantandi álit í bólkum og organisatiónum - - hvussu ávirkar hetta samspæl, samstarv og virkisføri?

Endamálið við verkstovuni er, at tú, sum luttakari skal fáa møguleika fyri at uppliva og sannkenna, hvussu fokus á álit – og vantandi álit! – ávirkar samspælið í bólkum og ímillum bólkar.

Hvønn týdning hevur álit - og vantandi álit! - fyri tína egnu uppliving av samspæli og samstarvi? Hvønn týdning hevur álit – og vantandi álit! - fyri virkisførið hjá organisatiónini?

Hotel Hafnia, Tórshavn
10
. januar 2018

Lurtivarðhald 2018

Altjóða tiltak, ið ferð fram samstundis í fleiri enn 30 londum.

Eitt lurtivarðhald gevur luttakarunum sum samfelagsborgarar møguleika fyri at kanna og reflektera yvir, hvat hendir í føroyska samfelagnum júst nú.

Hugskotið er ment av OPUS (Organisation for Promoting Understanding of Society) í London.

Lurtivarðhald 2018 var hildið 10. januar 2018 við metstórari luttøku. Í løtuni arbeiðir OPUS við at gera endaligu altjóða frágreiðingina lidna.

Norðurlandahúsið, Tórshavn
24
. mai 2017

Organisation som Fængsel og Fængsel som Organisation

Spennandi verkstova um organisatiónssálarfrøði yvir og undir vatnskorpuni við undirheitinum.

Fullsett verkstova í Norðurlandahúsinum tann 24. mai 2017 við Evu Worm, leiðara fyri HR-strategi og menning hjá Kriminalforsorgini í Danmark. LEs meira um verkstovuna og niðanfyri.

Hotel Hafnia, Tórshavn
11
. januar 2017

Lurtivarðhald 2017

Altjóða tiltak, ið ferð fram samstundis í fleiri enn 30 londum.

Allir samfelagsborgarar eru vælkomnir at luttaka og eyðmerkja viðurskifti, sum rørast í samfelagnum, men sum kunnu vera torfør at seta orð á.

"Okkum manglar ein modernaðan Robin Hood, sum kann taka hond um gramleikan í dagsins samfelagi.
Guð viti um Trump er tað nýggi Robin Hood?"

Millum annað soleiðis settu luttakarar orð á nakað av tí, sum fer fram í dagsins samfelagi.

Starvsmannafelagið, Tórshavn
02. november 2016

Ósjónligir fótonglar á tínum arbeiðsplássi

Spennandi verkstova um organisatiónssálarfrøði yvir og undir vatnskorpuni.

Hvat eyðmerkir starvsfólkabólkar, har einstøku starvsfólkini eru bundin hvør at øðrum fyri at kunna loysa felagsuppgávuna. Hvat er sjónligt og felagsvitan, og hvat er undir yvirflatuni, sum er trupult at viðgera, tá ið tað sjáldan ber til ella verður at tosa um tað.

Starvsmannafelagið, Tórshavn
19. oktober 2016

Óklárir leiklutir sum verjumekanismir

Spennandi verkstova um organisatiónssálarfrøði yvir og undir vatnskorpuni.

Á arbeiðisplássum verður ofta sagt: "Leiðslan má lýsa, hvørjar væntanir hon hevur til mín leiklut her á staðnum..."

Og ofta hendir júst tað: Leiðslan lýsir og lýsir, men starvsfólk blíva við at hava eina fatan av, at leikluturin er ógreiður, og tey vita ikki, hvat tey skulu gera...

við Gjógv
24. - 27. februar 2016

Skandinavisk
Arbeiðsráðstevna 2016

Magt & Modstand under Forandring
Skandinavisk arbejdskonference om autoritet, organisation og ledelse.

Les meira um farnar arbeiðsráðstevnur niðanfyri.

 
 

 

© NOV - Netsamstarv fyri Organistiónssálarfrøði í Verki, 2020.
 

Komandi tiltøk


2021
 

Summartiltak
Nærri kunning seinni

 

Um NOV

Netsamstarv fyri Organistiónssálarfrøði í Verki, varð stovnað 9. november 2010, og skipaði fyri tí fystu Gjáararbeiðsráðstevnuni í februar 2011.

Endamálið við felagnum er at stimbra og menna førleikar at brúka psykodynamisku og systemteoretisku organisatiónssálafrøðina í verki.

Hetta verður gjørt við opnum og innanhýsis tiltøkum, m.a. lurtivarðhald, temadagar, bólkarelatiónsráðstevnur, kunningarátøk og samsvarandi virksemi, vanliga við virkislagaðum frálæruhátti.

 

Limaskap í NOV?

Hevur tú hug at gerast limur í NOV?

Les meira um okkara viðtøkur og hvussu tú kanst gerast limur.