Forsíða       Limaskapur í NOV

 

                    
Limaskapur í NOV

Ynskir tú at gerast limu í NOV, kanst tú senda ein teldupost til novforoyar@gmail.com. Viðtøkurnir fyri NOV kunnu lesast niðanfyri.

Limagjaldið er 75 kr. um mánaðin og verður goldið árliga (900 kr.) á konto 6460-9971639.


Viðtøkur fyri NOV


§ 1. Navn og heimstaður
Navn felagsins er NOV (Netsamstarv fyri Organisatiónssálarfrøði í Verki).
Felagið hevur heimstað í Tórshavn.


§ 2. Endamál
Endamálið við felagnum er at stimbra og menna førleikar at brúka psykodynamisku og systemteoretisku organisatiónssálafrøðina í verki.
Hetta verður gjørt við opnum og innanhýsis tiltøkum, m.a. lurtivarðhald, temadagar, bólkarelatiónsráðstevnur, kunningarátøk og samsvarandi virksemi, vanliga við virkislagaðum frálæruhátti.

§ 3. Rakstur
Raksturin av felagnum verður fíggjaður við limagjaldi og luttøkugjaldi til tiltøkini hjá felagnum.
Felagið er almannagagnligt og miðar sostatt ikki eftir vinningi. Møguligur vinningur verður nýttur til at stuðla undir endamálinum.

§ 4. Limir
Øll kunnu søkja um limaskap í NOV. Nevndin tekur avgerð.

NOV er eitt ideologiskt og almannagagnligt felag. Væntað verður av limunum, at teir eru virknir og hjálpa til við at røkka endamálum felagsins.


§ 5. Heimasíða
NOV rekur eina heimasíðu, har øll áhugað kunnu fylgja við í hvat hendir á økinum og hvørji tiltøk NOV skipar fyri.


§ 6. Leiðsla felagsins
Hægsta leiðsla felagsins er aðalfundurin. Nevndin stýrir felagnum millum aðalfundirnar.



§ 7. Aðalfundur
Regluligi aðalfundurin verður hildin einaferð um árið og skal vera hildin í seinasta lagi 1. mars. Nevndin bjóðar inn til aðalfund og er skráin fyri aðalfundin hendan:

1) Val av orðstýrara
2) Frágreiðing frá nevnd
3) Framløga av roknskapi
4) Framløga av fíggjarætlan
5) Innkomin uppskot
6) Áseting av limagjaldi
7) Val av nevndarlimum og eykalimum
8) Val av grannskoðara
9) Ymiskt

Atgongd til aðalfundin hava allir limir felagsins umframt onnur, sum nevndin hevur bjóðað við.
Atkvøðurætt hava limir felagsins, har hvør limur hevur eina atkvøðu. Tað kann ikki atkvøðast við fulltrú.
Innbjóðingin til aðalfundin verður send limunum minst tríggjar vikur áðrenn fundin umvegis teldupost og av innbjóðingini skal síggjast, at møgulig uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 2 vikur áðrenn fundin.
Eykaaðalfundur verður hildin um nevndin avger tað ella um meira enn helvtin av limunum ynskja tað.


§ 8. Nevnd
Nevndin hevur 5 limir. Allir nevndarlimir verða valdir á aðalfundinum. Nevndin skipar seg.
Frágreiðing verður gjørd frá hvørjum nevndarfundi.
Nevndin er viðtøkufør, tá minst helvtin av nevndarlimunum eru møttir. Um tað stendur á jøvnum í eini atkvøðugreiðslu í nevndini, er atkvøðan hjá formanninum avgerandi.


§ 9. Uppathald
Felagið kann bert avtakast av einum aðalfundi. Møguligt fíggjarligt yvirskot verður sambært avtalu við TAKS latið Reyða Krossi Føroya.



Soleiðis einmælt samtykt á aðalfundi tann 21.02 2020

 

© NOV - Netsamstarv fyri Organistiónssálarfrøði í Verki, 2016.
 

Netsamstarv fyri Organistiónssálarfrøði í Verki


NOV varð stovnað 9. november 2010, og skipaði fyri tí fystu Gjáararbeiðsráðstevnuni í februar 2011.

Endamálið við felagnum er at stimbra og menna førleikar at brúka psykodynamisku og systemteoretisku organisatiónssálafrøðina í verki.

Hetta verður gjørt við opnum og innanhýsis tiltøkum, m.a. lurtivarðhald, temadagar, bólkarelatiónsráðstevnur, kunningarátøk og samsvarandi virksemi, vanliga við virkislagaðum frálæruhátti.