“Føroyar & Heimurin - nú 2020 byrjar”
Faroe Islands at the Dawn of 2020

 

Hvat er eitt lurtivarðhald
LURTIVARÐHALDIÐ hevur til endamáls at eyðmerkja viðurskifti, sum rørast djúpt í samfelag okkara, og sum eru torfør at seta orð á.

Tankin handan tiltakið er, at fólk verða sett í bólkar, at arbeiða skipa og miðvíst við hesum endamáli, og soleiðis eyðmerkja bæði tilvitað og ótilvitað aspekt úr størri sosialum samanhangum. Vit “lurta djypri”! Á hendan hátt kunnu LURTIVARÐHALD skapa og menna eina týðiliga fatan av teimum samanhangum og sambondum, vit liva í.


Tiltakið fer fram í fleiri enn 30 londum í heiminum í senn og hevur nógv ár á baki. Ein national frágreiðing verður skrivað av hvørjum landi sær, og allar frásagnirnar verða savnaðar í eini globalari frásøgn, ið verður almannakunngjørd í tíðarritinum ”Organisational and Social Dynamics”.

Tær nationalu og globalu frásagnirnar verða brúktar av ríkisstjórnum, hugbankum, hægri læristovnum, áhugafelagsskapum o.a.
 

Øll kunnu luttaka
LURTIVARÐHALDIÐ er fyri allar borgarar í føroyska samfelagnum - óansæð aldur, kyn, starv, bústað, trúgv ella kynsliga sannføring. Ynskiligt er at hava eina fjølbroytta umboðan, soleiðis at samfelag okkara kann lýsast so breitt sum gjørligt.

Um OPUS
Hugskotið er ment av OPUS (Organisation for Promoting Understanding of Society) í London. Endaliga frágreiðingin frá OPUS verður seinni útgivin sum tíðargrein og kann takast niður á heimasíðuni hjá felagsskapinum (http://www.opus.org.uk).

Eitt lurtivarðhald er eitt non-profit tiltak og hevur NOV skipað fyri tiltakinum síðani 2009. Tí kanst lesa frágreiðingar frá undanfarnum Lurtivarhøldum her.

Arbeiðsháttur

Eitt lurtivarðhald er býtt upp í 3 partar:

I. Tíðarbærar hugsanir og royndir verða skiftar millum luttakarar (60 min.)
Vit eyðmerkja og tosa um tær royndir og upplivingar, vit sum samfelagsborgarar hava í okkara ymisku leiklutum, td. arbeiðandi, lesandi, arbeiðsleys, pensioneraði osfr. Somuleiðis er uppgávan at deila og skifta um royndir frá politiskum ella trúarligum samanhangum, frá familjuni, felagsskapinum ella lokalsamfelagnum. Og soleiðis seta orð á ta ”sosialu” ella uttaru verðina, sum hon verður uppliva og fata hesa løtuna - í byrjanin av 2020.

II. Staðfesting av høvuðsevnum (30 min.)
Luttakararnir eyðmerkja og staðfesta í felag tey evni, sum í høvuðsheitum ganga aftur í 1. parti.

III. Greining og ger av hypotesum (45 min.)
Vit arbeiða víðari við tí, sum er komið fram undir øðrum parti, og royna í felag at lýsa teir tilvitaðu og ótilvitaðu dynamikkirnar, sum stýra okkara samfelag og hugsan í løtuni. Vit gera hypotesur um dynamikkir, ið liggja djypri og ávirka okkara samfelag.


Fyriskipan

Lurtivarðhaldið 2020 í Føroyum verður leitt av Jóhannu Andreasen, Magna Mohr, Sannu á Løgmansbø og Jan Willemoes.

Ein frágreiðing verður gjørd (3-5 síður), og send OPUS, og samskiparanum av tí globalu verkætlanini "The World at the Dawn of 2020” í London.
 

Kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til:
 
Annilisu Arge Klevang
Tlf. 295229 ella novforoyar@gmail.com

Jan Willemoes
Tlf. 211509 ella wille@olivant.fo
 

Skrá

14:30 - 14:45 Vælkomin og introduktión
14:45 - 15:45 Deiling og skiftan av royndum í leiklutinum sum samfelagsborgari (I)
15:45 - 16:15 Kaffisteðgur
16:15 - 16:45 Staðfesting av høvuðsevnum (II)
16:45 - 17:30 Greining og ger av hypotesum (III)
17:30 Liðugt
 
Tilmelding
Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 6. januar 2020 og skrásetur tú teg niðanfyri.

Kostnaðurin fyri luttøku er 200,00 kr og skal flytast á kontonr. 6460-9971639, viðmerk títt navn + LV2020.
Tá talan er um eitt non-profit tiltak, fer peningurin einans til at fíggja lokalir, kaffi og afturvið.

Tak ein ókeypis gest við tær!
Vit heita á teg um at taka ein gest við tær, sum luttekur ókeypis. Vit ynskja at flest møguligir bólkar í føroyska samfelagnum eru umboðaðir – og tí er tað ókeypis at bjóða einum gesti við, men tú verður vinarliga biðin um at geva boð um hetta frammanundan.

 



 

AN ORGANISATION FOR PROMOTING UNDERSTANDING OF SOCIETY

 skipar í samstarvi við  

 

fyri

LURTIVARÐHALDI

viðvíkjandi

Føroyum og heiminum 
nú 2020 byrjar

 

 

 

Netsamstarv fyri Organisationssálarfrøði í Verki. Endamálið við felagnum er at menna førleikarnar hjá ábyrgdarpersónum í føroyska samfelagnum at brúka psykodynamisku og systemteoretisku organisatións-sálarfrøðina í teirra dagliga yrki, til frama fyri arbeiðsgleðina og effektivitetin á føroyskum arbeiðsplássum.

 

OPUS is an organisation for promoting understanding of society, is a UK based international not-for-profit organization that is concerned with understanding society and organizations within society.
We encourage a reflective understanding of societies by adopting an approach based on Group Relations, Psychoanalysis & Systems theory and practice.
Through a mainly experiential approach we provide Conferences, Scientific Meetings, Workshops and Listening Posts that encourage members to go beyond the obvious and to seek an understanding of the underlying dynamics affecting societies.

Les meira um Opus á https://www.opus.org.uk/