Um Lurtivarðhaldið 2019

Endamálið við LURTIVARÐHALDINUM er at eyðmerkja viðurskifti, sum rørast í samfelagnum, men sum kunnu vera torfør at seta orð á. Tankin handan tiltakið er, at fólk, sum møtast og arbeiða saman í einum bólki, kunnu eyðmerkja tilvitað og ótilvitað aspekt úr størri sosialum samanhangum og soleiðis kunnu LURTIVARÐHALD kring heimin verða til at menna fatanina av tí einstaka og heimssamfelagnum.

Tiltakið hevur nógv ár á baki og fer fram í fleiri enn 30 londum í heiminum. Frásagnirnar, sum verða skrivaðar frá tiltøkunum kring heimin, verða savnaðar í eini globalari frásøgn, sum verður almannakunngjørd í tíðarritinum ”Organisational and Social Dynamics”. Somuleiðis verður eisini ein national frágreiðing skrivað frá hvørjum landi sær. Tær nationalu og globalu frásagnirnar verða brúktar av ríkisstjórnum, hugbankum og hægri læristovnum.
 

 

Hugskotið er ment av OPUS (Organisation for Promoting Understanding of Society) í London. Endaliga frágreiðingin frá OPUS verður seinni útgivin sum tíðargrein og kann takast niður á heimasíðuni hjá felagsskapinum (http://www.opus.org.uk).

Eitt lurtivarðhald er eitt non-profit tiltak og hevur NOV skipað fyri tiltakinum síðani 2009. Tí kanst lesa frágreiðingar frá undanfarnum Lurtivarhøldum her.

 

Arbeiðsháttur

Eitt lurtivarðhald er býtt upp í 3 partar:

I. Núverandi royndir verða skiftar millum luttakararnar
Heitt verður á luttakararnar um at eyðmerkja, tosa um og kanna tær royndir, tey hava í teirra ymisku leiklutum sum samfelagsborgarar: arbeiðandi, lesandi, arbeiðsleys, pensionerað. Somuleiðis er uppgávan at deila og skifta um royndir frá politiskum ella trúarligum samanhangum, frá familjuni ella lokalsamfelagnum. Og soleiðis seta orð á ta ”sosialu” ella uttaru verðina.

II. Staðfesting av høvuðsevnum
Luttakararnir eyðmerkja og staðfesta í felag tey evni, sum í høvuðsheitum ganga aftur í 1. parti.

III. Greining og ger av hypotesum
Við at arbeiða víðari við tí, sum er komið fram undir fyrsta og øðrum parti royna luttakararnir í felag at lýsa teir tilvitaðu og ótilvitaðu dynamikkirnar, sum stýra í løtuni. Harafturat verður roynt at menna hugsanarstøði, ella hypotesur, um hví hesir dynamikkir eru frammi júst nú.

Allir luttakarar vátta við luttøku, at hesin arbeiðsháttur er góðkendur undir tiltakinum.
 

 

Fyriskipan

Lurtivarðhaldið í Føroyum verður í ár leitt av:

  • Niels Christian Nolsøe
  • Poul Geert Hansen
  • Magna Mohr
  • Jóhannu Andreasen
  • Tóru Petersen

Aftaná verður skrivað eina frágreiðing (3-5 A4 síður), ið verður send til samskiparan av tí globalu verkætlanini "The World at the Dawn of 2019”.

 

Kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til:
 
Tóra Petersen, tlf. 220460 ella torapetersen@gmail.com
Annilisu Arge Klevang, tlf. 295229 ella novforoyar@gmail.com
 

Skrá

14:30 - 14:45 Vælkomin og introduktión
14:45 - 15:45 Deiling og skiftan av royndum í leiklutinum sum samfelagsborgari (I)
15:45 - 16:15 Kaffisteðgur
16:15 - 16:45 Staðfesting av høvuðsevnum (II)
16:45 - 17:30 Greining og ger av hypotesum (III)
17:30 Liðugt
 
Tilmelding
Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin 7. januar 2019 og skrásetur tú teg niðanfyri.

Kostnaðurin fyri luttøku er 200,00 kr og skal flytast á kontonr. 6460-9971639, viðmerk títt navn + "LV19".
Tá talan er um eitt non-profit tiltak, fer peningurin einans til at fíggja lokalir, kaffi og afturvið.

Tak ein ókeypis gest við tær!
Vit heita á teg um at taka ein gest við tær, sum luttekur ókeypis. Vit ynskja at flest møguligir bólkar í føroyska samfelagnum eru umboðaðir – og tí er tað ókeypis at bjóða einum gesti við, men tú verður vinarliga biðin um at geva boð um hetta frammanundan.

 

Fill out my online form.
Use Wufoo integrations and get your data to your favorite apps.



 

AN ORGANISATION FOR PROMOTING UNDERSTANDING OF SOCIETY

 skipar í samstarvi við  

 

fyri

LURTIVARÐHALDI 2019

viðvíkjandi

Føroyum og heiminum 
nú 2019 byrjar

 

 

 

Netsamstarv fyri Organisationssálarfrøði í Verki. Endamálið við felagnum er at menna førleikarnar hjá ábyrgdarpersónum í føroyska samfelagnum at brúka psykodynamisku og systemteoretisku organisatións-sálarfrøðina í teirra dagliga yrki, til frama fyri arbeiðsgleðina og effektivitetin á føroyskum arbeiðsplássum.

 

OPUS is an organisation for promoting understanding of society, is a UK based international not-for-profit organization that is concerned with understanding society and organizations within society.
We encourage a reflective understanding of societies by adopting an approach based on Group Relations, Psychoanalysis & Systems theory and practice.
Through a mainly experiential approach we provide Conferences, Scientific Meetings, Workshops and Listening Posts that encourage members to go beyond the obvious and to seek an understanding of the underlying dynamics affecting societies.

Les meira um Opus á https://www.opus.org.uk/