Vantandi álit í bólkum og organisatiónum
- hvussu ávirkar hetta samspæl, samstarv og virkisføri?
 

 

 

 

Endamálið við verkstovuni er, at tú, sum luttakari skal fáa møguleika fyri at uppliva og sannkenna, hvussu fokus á álit – og vantandi álit! – ávirkar samspælið í bólkum og ímillum bólkar. Hvønn týdning hevur álit - og vantandi álit! - fyri tína egnu uppliving av samspæli og samstarvi? Hvønn týdning hevur álit – og vantandi álit! - fyri virkisførið hjá organisatiónini?


Vantandi álit er ikki tað sama sum misálit! Men hvat er álit í veruleikanum? Kann eg velja at hava álit ella er álit nakað, sum kemur til mín? Hvat ger tað við meg at arbeiða í eini organisatión, sum er merkt av vantandi áliti, og hvussu skal eg bera meg at undir slíkum treytum?
Nær eri eg tilvitaður um virknaðin av vantandi áliti? Í hvussu stóran mun er samspælið, sum stendst av vantandi áliti eitt ótilvitað fyribrigdi, sum setur karmar um meg í ávísu rolluni í ávísu arbeiðsskipanini?

 

Og fylgir hetta ótilvitaða samspælið við mær, tá eg ferðist millum bólkar og samanhangir? Hvønn part av hesum samspælinum ’eigi’ eg og hvønn part av samspælinum ’eigur’ bólkurin?

Verkstovan er praktisk við høvuðsdenti á venjing, har tú fer at uppliva nakað av tí, sum altíð rørir seg undir yvirflatuni í bólkum og ímillum bólkar.

Verkstovan gevur tær eina betri fatan av, hvussu ótilvitað psykologisk fyribrigdi ”undir yvirflatuni” stýra okkara atferð nógv meira enn vit geva okkum far um… :) Og so fært tú høvi til at hitta og vera saman við áhugaverdum fólkum, sum hava áhuga í trivna og effektiviteti í organisatiónum.

Á verkstovuni vera eisini stutt og viðkomandi upplegg um ástøði. Fimm skeiðsleiðarar eru knýttir at verkstovuni, sum er gjørd til 18-30 luttakarar.

 

Skrá

Kemur seinni  
Tilmelding
Tiltakið hevur verið.
 

 

 



 




Stað:
Norðurlandahúsið,
Tórshavn


Tíð:
Hósdagin 24. mai 2018
kl. 8.30-16.30

Tilmeldingarfreist:
Mánadagin 21. mai 2018



Tiltakið hevur verið