I Gränsland av
Tradition & Innovation

Om ledarskap och samverkan inom och mellan sociala system

AGSLO (Arbetsgruppen för studier av ledarskap och organisation) bjóðar í samstarvi við Nordic Group Relations Conference til árliga arbeiðsráðstevnu í Halden, ið liggur á markinum millum Noreg og Svøríki.
Endamálið við ráðstevnuni er at kanna og eftirmeta tær organisatiónspsykologisku prosessirnar, ið henda og fara fram - innan og millum sosialar skipanir – meðan hesar fara fram.

Arbeiðsráðstevnan 2018 er sprottin av nýggja samstarvinum millum felagsskapir í Norðurlondum, ið arbeiða við organisatiónspsykologi og bólkarelatiónsráðstevnir og er eitt framhald av sera væleydnaðu Gjáarráðstevnunum, ið NOV áður hevur fyriskipað frá 2011 til 2016.

Sí meira um arbeiðsráðstevnur í Føroyum her.


Á markinum millum siðvenju og nýmenning
Arbeiðsráðstevnan verður hildin í stórslignum umhvørvi við munnan á Idefjorden - á markinum millum Noreg og Svøríki - har grannalondini bæði hava havt fleiri søgulig stríð - men eisini bygt brýr og slætta sjógvar. Í ár eru júst 300 ár síðani, at Karl 12. av Svøríki bleiv skotin til deyðis á skansanum við Fredriksten í Halden.

Støðið verður tikið í tí tíðarleysa og siðbundna evninum hjá øllum organisatiónum: At fasthalda og virðismeta tað verandi, men eisini at broytast við samtíðini. At fasthalda sín grundvøll og flyta seg samstundis...

Leiðslur og organisatiónir nýta nógva orku til at leiða og stýra samstarvið millum fjøltáttaðar siðvenjur og ymiskleikar – kanska fyri at skapa nakað nýtt, nakað øðrvísi, nakað betri? Hvørjar mekanismur eru tá í spæl: ágrýtni, íbirting, framfýsni, ørkymlan, afturhaldni, mótstøða?

Ársins ráðstevna snýr seg um, hvussu vit sum borgarar, leiðarar og starvsfólk kunnu uppliva, kanna og skilja tað sum fer fram, tá ið tíðarinnar alda rennur saman við nýggjar havstreymar.


Meira kunning

Les meira um Nordisk Grupperelationskonferens 2018 her.
Tilmelding fer fram á AGSLO heimasíðuni her.

 


Tak niður PDF - faldara
(6.7 Mb)