Um Lurtivarðhaldið 2018

Lurtivarðhald ella Listening Post er eitt háttalag/metoda at kanna og reflektera yvir einki minni enn Føroyar og heimin sum hann er í dag. Eitt lurtivarðhald gevur luttakarunum sum samfelagsborgarar møguleika fyri at kanna og reflektera yvir, hvat hendir í føroyska samfelagnum júst nú.

Hugskotið er ment av OPUS (Organisation for Promoting Understanding of Society) í London. Viðkomandi lurtivarðhald er ein partur av einum størri, altjóða høpi av Listening Posts, ið fer fram samstundis í fleiri enn 30 londum. Hvørt lurtivarðhald verður samskipað av OPUS við tí ætlan, at allar frágreiðingarnar frá luttakandi londunum verða samansettar í eina endaliga frágreiðing sum staðfestir, hvussu ymisku altjóða luttakararnir uppliva heimin anno 2018.


 

 

Lurtivarðhaldið byggir á ta áskoðan, at menniskju ið hittast fyri at arbeiða í einum bólki, hava møguleika fyri at staðfesta og eyðmerkja tilvitaði og ótilvitaði aspektir í størri sosialum samanhangum. Eitt lurtivarðhald er tí sera viðkomandi fyri at kunna menna eina greiðari fatan av samfelagnum, sum liggur uttanfyri tann einstaka og tí persónligu undranina.

Lurtiharðhald 2018 gevur tí tær og øðrum luttakarum møguleikan fyri at deila upplivingar og royndir í teimum rollum, sum vit sum samfelagsborgarar hava. Tú verður tí boðin inn til í felag við onnur, at kanna tilvitaðar og ótilvitaðar dynamikkir, sum í løtuni seta dám á okkara samfelag júst nú.

Endaliga frágreiðingin frá OPUS verður seinni útgivin sum tíðargrein og kann takast niður á heimasíðuni hjá felagsskapinum (http://www.opus.org.uk).

Eitt lurtivarðhald er eitt non-profit tiltak og hevur NOV skipað fyri tiltakinum síðani 2009.

Arbeiðsháttur

Eitt lurtivarðhald er býtt upp í 3 partar:

I. Orðaskifti um aktuellar royndir
Luttakararnir skulu eyðmerkja, seta orða á og kanna sínar royndir (erfaringar) í ymisku rollunum sum samfelagsborgari, eitt nú sum arbeiðandi, lesandi, arbeiðsleysur, pensionist etc. Í sama hátt galda royndir frá eitt nú politiskum og átrúnaðarligum samanhangi ella frá familju og lokalsamfelagnum, sum kunnu eyðmerkja tann "sosiala" ella "uttara" heimin hjá luttakarunum.

II. Staðfesting av høvuðsevnum
Luttakararnir eyðmerkja og staðfesta í felag tey evni, sum í høvuðsheitum ganga aftur í 1. parti.

III. Analysa og felags hypotesir
Arbeitt verður við tí vitan sum er eyðmerk í 1. og 2. parti, og fáa luttakararnir nú høvi til at lýsa tilvitaðar og ótilvitaðar dynamikkir, ið gera seg galdandi í samfelagnum í løtuni. Eisini verður roynt at menna hugsanargrundarlag (hypotestir) um, hví júst hesir dynamikkir gera seg galdandi og valda júst nú.

Allir luttakarar vátta við luttøku, at hesin arbeiðsháttur er góðkendur undir tiltakinum.
 

 

Fyriskipan

Føroyska "Lurtivarðhald 2018" verður fyriskipað av Tóru Petersen, Anniku Wardum Joensen og Jan Willemoes.
Eftirfylgjandi verður ein frágreiðing skrivað (3-5 A4 siður) og send til samskiparan av altjóða tiltakinum
"The World at the Dawn of 2018”
, Lionel Stapley.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við fyriskipararnar, um tú hevur spurningar viðvíkjandi tiltakinum.
 


 


 

 

Tóra Petersen
Tlf. 220460
torapetersen@gmail.com

Annika W. Joensen
Tlf. 221966
annika.w.joensen@gmail.com

Jan Willemoes
Tlf. 211509
wille@olivant.fo




 

 

 

Skrá

14:30 - 14:45 Vælkomin og stutt intro
14:45 - 15:45 Orðaskifti um aktuellar royndir (I)
15:45 - 16:15 Kaffisteðgur
16:15 - 16:45 Staðfesting av høvuðsevnum (II)
16:45 - 17:30 Analysa og felags hypotesir (III)
17:30 Avrunding
 

 

Frágreiðingar
Tú kanst lesa frágreiðingar frá 2018 og undanfarnum Lurtivarhøldum her.

 

 



 

AN ORGANISATION FOR PROMOTING UNDERSTANDING OF SOCIETY

 skipar í samstarvi við  

 

fyri

LURTIVARÐHALDI 2018

viðvíkjandi

Føroyum og heiminum 
anno 2018

 

 

 

Netsamstarv fyri Organisationssálarfrøði í Verki. Endamálið við felagnum er at menna førleikarnar hjá ábyrgdarpersónum í føroyska samfelagnum at brúka psykodynamisku og systemteoretisku organisatións-sálarfrøðina í teirra dagliga yrki, til frama fyri arbeiðsgleðina og effektivitetin á føroyskum arbeiðsplássum.

 

OPUS is an organisation for promoting understanding of society, is a UK based international not-for-profit organization that is concerned with understanding society and organizations within society.
We encourage a reflective understanding of societies by adopting an approach based on Group Relations, Psychoanalysis & Systems theory and practice.
Through a mainly experiential approach we provide Conferences, Scientific Meetings, Workshops and Listening Posts that encourage members to go beyond the obvious and to seek an understanding of the underlying dynamics affecting societies.

Les meira um Opus á https://www.opus.org.uk/