Sjónliga og ósjónliga lívið í organisatiónum,
deildum og arbeiðsbólkum


Teoriseminar innan psykodynamiska systemteori við praktiskum verkstovum

Í heyst skipar NOV fyri tveimum teoriseminarum, har vit við teoretiskum uppleggum og praktiskum verkstovum kasta ljós á ymisk evni innan organisatiónslívið, sæð frá einum psykodynamiskum sjónarhorni.

Bert fá pláss eftir!!
 

Seminar 1

Ósjónligir fótonglar á tínum
arbeiðsplássi

19. oktober 2016 kl. 13-16:

Hvat eyðmerkir starvsfólkabólkar, har einstøku starvsfólkini eru bundin hvør at øðrum fyri at kunna loysa felagsuppgávuna. Hvat er sjónligt og felagsvitan, og hvat er undir vatnskorpuni, sum er trupult at viðgera, tá ið tað sjáldan ber til ella verður tosað um tað.

Fá innlit í psykodynamik, rúm- og tolsemi, projektiónir og verjumekanismur og hvussu hesi kunnu virka saman.
 

Seminar 2

Ógreiðir leiklutir sum
verjumekanisma

02. november 2016 kl. 13-16:

Á arbeiðisplássum verður ofta sagt: "Leiðslan má lýsa, hvørjar væntanir hon hevur til mín leiklut her á staðnum..."

Og ofta hendir júst tað: Leiðslan lýsir og lýsir, men starvsfólk blíva við at hava eina fatan av, at leikluturin er ógreiður, og tey vita ikki, hvat tey skulu gera.

Fá eitt psykodynamiskt innlit í, hvat ið fer fram.
 



Fá innlit í hvat fyrigongur í tíni organisatión, deild ella arbeiðsbólki undir yvirflatuni, og á hvønn hátt tað kann ávirka samstarvið og arbeiðið við høvuðsuppgávuni.

Hvar
Tiltøkini verða hildin í nýggju hølunum hjá Starvsmannafelagnum í M. A. Winthersgøtu 1. í Tórshavn.

Kostnaður

Hvørt tiltak kostar 600,00 kr. fyri hvønn luttakara.
Um tú teknar teg til bæði tiltøkini, er kostnaðurin íalt 1000,00 kr.

 



Trýst á mynd fyri at vaksa


Tilmelding


Vinaliga tekna teg til luttøku við at fylla út teigarnar niðanfyri.

Hvørt tiltak kostar 600,00 kr. fyri hvønn luttakara.
Um tú teknar teg til bæði tiltøkini, er kostnaðurin íalt 1.000,00 kr.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi tiltøkunum, er tú vælkomin at senda teldupost til jherluf@gmail.com.

 

Fill out my online form.
Use Wufoo templates to make your own HTML forms.

 

 

 

 

Samband: Jan Willemoes, formaður, wille@olivant.fo - Annilisa Klevang Eikhólm, administrator, annilisa@elektron.fo

Komandi tiltøk

19. oktober 2016:
NOV - Seminar
Starvsmannafelagið, Tórshavn

02. november 2016:
NOV - Seminar
Starvsmannafelagið, Tórshavn

11. januar 2017:
Lurtivarðhald 2017
Hotel Hafnia, Tórshavn

 


Netsamstarv fyri Organistiónssálarfrøði í Verki
(Netværkssamarbejde om anvendt organisationspsykologi)


NOV blev etableret den 9. november 2010, og afholdt den første Gjáarkonference i februar 2011.

Foreningens formål er at støtte og udvikle kompetencer hos beslutningstagere i det færøske samfund med hensyn til at anvende psykodynamisk og systemteoretisk organisations-psykologi i sit daglige virke, til gavn for arbejdsglæde og effektivitet på de færøske arbejdspladser.

Det gøres bl.a. ved at arrangere grupperelationskonferencer, lytteposter, temadage, oplysningsaktiviteter og lignende.