Forsíða       Arbeiðsrástevnur       Lurtivarðhald       Ráðstevnukalendari       Tilfar       Leinkjur       Um NOV       Limaskapur í NOV        NGRC netverk

 

                    





 

Farin tiltøk

Hotel Hafnia, Tórshavn
10
. januar 2018

Lurtivarðhald 2018

Altjóða tiltak, ið ferð fram samstundis í fleiri enn 30 londum.

Eitt lurtivarðhald gevur luttakarunum sum samfelagsborgarar møguleika fyri at kanna og reflektera yvir, hvat hendir í føroyska samfelagnum júst nú.

Hugskotið er ment av OPUS (Organisation for Promoting Understanding of Society) í London.

Lurtivarðhald 2018 var hildið 10. januar 2018 við metstórari luttøku. Í løtuni arbeiðir OPUS við at gera endaligu altjóða frágreiðingina lidna.

Norðurlandahúsið, Tórshavn
24
. mai 2017

Organisation som Fængsel og Fængsel som Organisation

Spennandi verkstova um organisatiónssálarfrøði yvir og undir vatnskorpuni við undirheitinum.

Fullsett verkstova í Norðurlandahúsinum tann 24. mai 2017 við Evu Worm, leiðara fyri HR-strategi og menning hjá Kriminalforsorgini í Danmark. LEs meira um verkstovuna og niðanfyri.

Hotel Hafnia, Tórshavn
11
. januar 2017

Lurtivarðhald 2017

Altjóða tiltak, ið ferð fram samstundis í fleiri enn 30 londum.

Allir samfelagsborgarar eru vælkomnir at luttaka og eyðmerkja viðurskifti, sum rørast í samfelagnum, men sum kunnu vera torfør at seta orð á.

"Okkum manglar ein modernaðan Robin Hood, sum kann taka hond um gramleikan í dagsins samfelagi.
Guð viti um Trump er tað nýggi Robin Hood?"

Millum annað soleiðis settu luttakarar orð á nakað av tí, sum fer fram í dagsins samfelagi.

Starvsmannafelagið, Tórshavn
02. november 2016

Ósjónligir fótonglar á tínum arbeiðsplássi

Spennandi verkstova um organisatiónssálarfrøði yvir og undir vatnskorpuni.

Hvat eyðmerkir starvsfólkabólkar, har einstøku starvsfólkini eru bundin hvør at øðrum fyri at kunna loysa felagsuppgávuna. Hvat er sjónligt og felagsvitan, og hvat er undir yvirflatuni, sum er trupult at viðgera, tá ið tað sjáldan ber til ella verður at tosa um tað.

Starvsmannafelagið, Tórshavn
19. oktober 2016

Óklárir leiklutir sum verjumekanismir

Spennandi verkstova um organisatiónssálarfrøði yvir og undir vatnskorpuni.

Á arbeiðisplássum verður ofta sagt: "Leiðslan má lýsa, hvørjar væntanir hon hevur til mín leiklut her á staðnum..."

Og ofta hendir júst tað: Leiðslan lýsir og lýsir, men starvsfólk blíva við at hava eina fatan av, at leikluturin er ógreiður, og tey vita ikki, hvat tey skulu gera...

við Gjógv
24. - 27. februar 2016

Skandinavisk
Arbeiðsráðstevnan

Magt & Modstand under Forandring
Skandinavisk arbejdskonference om autoritet, organisation og ledelse.

Les meira um farnar arbeiðsráðstevnur niðanfyri.

 

© NOV - Netsamstarv fyri Organistiónssálarfrøði í Verki, 2016.
 

Komandi tiltøk


Hósdagin 24. mai 2018:
NOV Verkstova 2018

 

4.-17. august 2018
The Leicester 2018
Conference

Altjóða arbeiðsráðstevna í Leicester, Onglandi.


 

7.-10. november 2018
Norðurlendsk Arbeiðskonferansa
AGSLO (Svørríki) fyriskipar norðurlendska arbeiðsráðstevnu.


 

24. - 25. november 2018:
Innanhýsis Workshop
Bert fyri limir í NOV.
Meira kunning seinni.


Netsamstarv fyri Organistiónssálarfrøði í Verki


NOV
varð stovnað 9. november 2010, og skipaði fyri tí fystu Gjáararbeiðsráðstevnuni í februar 2011.

Endamálið við felagnum er at menna førleikarnar hjá ábyrgdarpersónum í føroyska samfelagnum at brúka psykodynamisku og systemteoretisku organisatiónssálarfrøðina í teirra dagliga yrki, til frama fyri arbeiðsgleðina og effektivitetin á føroyskum arbeiðsplássum.

Hetta verður m.a. gjørt við at fyriskipa bólkarelatiónsráðstevnur, lurtivarðhald, temadagar, kunningarátøk og samsvarandi virksemi.